Frídømdur í Føroya rætti - dømdur í Landsrættinum

Frídømdur í Føroya rætti - dømdur í Landsrættinum
Maðurin, sum er dani, var ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask. Hann noktaði seg sekan
Maðurin var frídømdur í Føroya rætti, men Landsrætturin dømdi hann fimm mánaða treytaða fongsulsrevsing. (Savnsmynd).
 
15.10.2026 - 08:24

Ein maður, sum Føroya rættur frídømdi fyri hvítvask, er dømdur í Landsrættinum.

Hann fekk fimm mánaða treytaða fongsulsrevsing.

Maðurin var ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask.

Hann er dømdur fyri bæði.

Maðurin er dani.

 

Hvítvaskaði hálva millión

Hann er dømdur fyri at vaska hvíta næstan hálva millión krónur.

Neyva talið er 481.366 kr., sum hann hevði, tá hann var tikin í Føroyum. 

Maðurin fekk pengarnar í hondina í Føroyum. Pengarnir skuldu flytast til Danmarkar.

Ákæruvaldið heldur uppá, at pengarnir stava frá rúsevnissølu. 

 

Keypti elektroniska útgerð

Maðurin keypti elektroniska útgerð frá tveimum handlum í Havn fyri 97.500 kr. Dagin eftir læt hann útgerðina innaftur.

Frá øðrum handlinum fekk hann nakrar pengar fluttar.

Frá hinum fekk hann teir í hondina.

Hvítvaskingin var gjørd frá 31. mai til 3. juni í 2021.

Ákærdi og nú dømdi maðurin noktaði seg sekan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655