Ukraina lopið á russiskt oljureinsiverk

Ukraina lopið á russiskt oljureinsiverk
Zelenskyj, forseti, sigur, at álopini eru tikin uppaftur, tí Ukraina er slept upp á fjall
Zelenskyj, forseti, sigur, at Ukraina hevur ikki fingið ávaringar um russiskar rakettir, sum landið vanliga fær. Og fylgisveinasambandið hjá Elon Musk, Starlink, er skert kring alt landið.
Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2026 - 08:35

Ukraina hevur í nátt rakt eitt russiskt oljureinsiverk, og eldur kom í.

Tað skrivar guvernørurin í økinum, Pavel Malkov, á Telegram. Hann sigur, at myndugleikarnar kanna í løtuni, hvussu umfatandi skaðin er, og bjarginarfólk eru á staðnum. 

Tíðindini eru ikki váttað av øðrum miðlum enn. 

Ukrainska álopið hendi sama dag, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði við Financial Times, at Ukraina fór at taka uppaftur álopini á russisk oljureinsiverk.

 

Ukraina slept upp á fjall

Hann grundgav við, at Ukraina er slept upp á fjall.

Sambært Zelenskyj hevur Ukraina ikki fingið ávaringar um russiskar rakettir, sum landið vanliga fær. Og fylgisveinasambandið hjá Elon Musk, Starlink, er skert kring alt landið.

Boðini koma fýra dagar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at Russland og Ukraina vóru samd um ikki at leypa á orkukervið hjá hvørjum øðrum. Samstundis boðaði Trump frá einari avtalu við Russland um at keypa diesel.

Zelenskyj sigur, at Ukraina gavst við sínum álopum í tríggjar dagar, fyri at ganga ynskinum hjá Trump á møti, meðan Russland helt fram við sínum álopum, skrivar norska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655