Lærari: Nýggj telduskipan riggar ikki í samskiftinum í skúlanum

Lærari: Nýggj telduskipan riggar ikki í samskiftinum í skúlanum
Undirvísingarstýrið hevur ment Kervipluss til undirvísingarverkið sum m.a. skal brúkast til skráseting og samskifti
Undirvísingarstýrið hevur ment nýggju telduskipanina í skúlaverkinum, Kervipluss.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2026 - 12:57

Nýggja telduskipanin, Kervipluss, sum var tikin í nýtslu við skúlabyrjan í ár, riggar ikki í samskiftinum millum lærarar og næmingar, millum lærarar og foreldur, og eisini millum foreldur og børn.

Tað sigur Steintór Rasmussen, lærari í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvik.

 


Steintór Rasmussen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hann vísir á, at samskiftið millum lærarar og foreldur og millum næmngar og lærarar er undir trýsti, tí nú skal samskiftast á  skíggja.

Kervipluss er nýggja telduskipanin í undirvísingarverkinum, sum Undirvísingarstýrið hevur ment at brúka til skráseting og samskiftið. Hhar kunnu lærarar føra protokoll og geva heimaarbeiði.

 


Eyðun Gaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eyðun Gaard, stjóri á Námi, heldur, at natúrliga samskiftið kann halda fram, hóast skúlar nú hava fingið Kervipluss.

Steinór Rasmussen og Eyðun Gaard vóru í Breddanum fyrrapartin:

 

15102026_Breddin

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851