Framrokning: 100 fólk skulu forsyrgja 82 fólkum í árinum 2100

Framrokning: 100 fólk skulu forsyrgja 82 fólkum í árinum 2100
Landsbankin hevur gjørt nýggja framrokning av fólkatalinum
Støði í framrokningini verður tikið út frá metingum um væntaða livitíð, føðitíttleika og til- og fráflyting. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
15.10.2026 - 13:31

Í dag skulu 100 fólk í arbeiðsmegini forsyrgja 61 børnum og eldri. 

Men í árinum 2100 skulu 100 fólk forsyrgja 82 børnum og eldri, ella 34 prosent fleiri enn nú.

Tað vísir ein nýggj fólkatalsframrokning hjá Landsbankanum.

Søgulig tøl eru til 2025, meðan árini 2026 - 2100 eru framroknað.

 


Johnny í Grótinum. 

 

Støði verður tikið út frá metingum um væntaða livitíð, føðitíttleika og til- og fráflyting. Óvissa er altíð, tá roknað verður so langt fram í tíðina, og tillagingar kunnu broyta úrslitini av framrokningini, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15102026_Folkatalsframrokning

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851