- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hartar Zelenskyj

Amerikanski forsetin, Donald Trump, finst at ukrainsku álopunum á russiska orkukervið.
- Eg haldi, at hetta er ein skomm, segði Trump í samrøðu við sjónvarpsrásina, Newsmax, í nátt.
Sambært Trump eru álopini orsøk til hækkandi orkuprísir kring heimin. Hann heldur eisini, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er truplari at samráðast við enn russiski forsetin, Vladimir Putin.
- Kríggið eigur at halda uppat skjótt. Eg haldi, at báðir partar vilja hava tað at enda, men Zelenskyj er truplari at hava við at gera enn Putin, segði Trump eisini.
Sambandið millum Trump og Zelenskyj er kølnað í seinastuni, serliga eftir, at Trump gjørdi eina avtalu við Putin um at keypa diesel í farnu viku.
Zelenskyj segði fyrradagin við bretskar miðlar, at hann kendi seg sviknan, og vardi samstundis ukrainsku álopini á russiska orkukervið, tí Russland heldur fram við sínum álopum.
























