- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja fyritøkur og stovnar um at kanna vitlíkistilfar
Biðja fyritøkur og stovnar um at kanna vitlíkistilfar
Felagið Samskifti sigur, at fyritøkur og stovnar eiga at tryggja, at tilfarið ikki ger seg inn á upphavsrættin hjá øðrum

Michael Koba er formaður í Samskifti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
16.10.2026 - 09:25
Áhugafelagið Samskifti heitir nú á fyritøkur og stovnar um at kanna tilfar, sum er framleitt við vitlíki gjølla, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.
Hetta er fyri at tryggja, at tilfarið ikki ger seg inn á upphavsrættin hjá øðrum.
Vitlíkisskipanirnar eru lærdar upp við stórum nøgdum av tilfari, og úrslitið er ikki altíð so upprunaligt, sum tað kann tykjast.
Búmerki, slagorð, maskottar og annað tilfar kunnu tí liggja tætt at samleikum, sum onnur hava brúkt nógva tíð, orku og pengar upp á at menna.
Hetta er spell, og kann í ringasta føri enda við rættarmáli, sigur Micahel Koba, formaður í Samskifti.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
16102026_Upphavsraettur_og_vitliki
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























