- Tíðindi, mentan og ítróttur
SMS-deildin: Stjørnan steðgaði H71 á heimavølli

Kvinnurnar hjá H71 eru ikki longur ósigraðar í SMS-deildini.
Við góðari byrjan og treiskum endaspurti eydnaðist tað í dag Stjørnuni at vinna á hoyvíkingunum og minka um munin upp til oddaliðið.
Sarah Spangsmand Madsen, Tóra Eliasen og Brynja Høj gingu undan frá byrjan og skutu heimaliðið framum 9-3, áðrenn H71 ressaðist korterið fyri hjálvleikssteðgin, tá støðan var 16-13.
Eitt korter inn í seinna hálvleiki var longu javnleikur, og so fylgdust liðini til Marta Agnarsdóttir Højgaard legði útiliðið framum fyri fyrstu ferð. 25-24 til H71.
Mina Sirdal Henriksen javnaði kortini úr sjey metrum, og Sarah Spangsmand Madsen skoraði sigursmálið hjá Stjørnuni, sum bant fyri síðstu minuttirnar og vann 26-25.
Neistin tók av í Vestmanna
VÍF tók ímóti Neistanum í Vestmanna, har útiliðið endaði við at vinna tryggan 31-22 sigur.
Liðini fylgdust í eitt korter, áðrenn Neistin fór framum og undan. Toppskjúttin hjá Neistanum, Hervør Niclasen, sum skoraði sjey mál tilsamans, skoraði til hálvleiksstøðuna 16-12.
VÍF skoraði fyrsta málið eftir steðgin, men kom ongantíð nærri, og tað endaði í roynd og veru við stórsigri til gestirnar.
H71 er fremst við 12 stigum, Neistin er nummar tvey við níggju stigum og einum dysti til góðar, og Stjørnan er á triðja plássi við átta stigum.



























