Jonna er røddin hjá børnunum

Jonna er røddin hjá børnunum
Í 28 ár hevur Jonna Fritsdóttir Mortensen gjørt barnaútvarp, og nú er hon saman við Elini á Rógvi tilnevnd til "Astrid Lindgren Memorial Award". Hoyr samrøðuna við Jonnu
Jonna Fritsdóttir Mortensen er samskipari av øllum barnaøkinum hjá KVF
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2026 - 09:35

– Eg haldi, at eg havi tað stuttligasta arbeiðið, tú kanst hava. Børn geva so ómetaliga nógv aftur.

Síðani 1998 hevur Jonna Fritsdóttir Mortensen verið ein týðandi partur av Barnaútvarpinum.

Hóast miðlaheimurin er nógv broyttur hesi árini, heldur hon fast við, at børn hava tørv á góðum søgum, sum geva teimum bæði upplivingar, umsorgan og møguleika at kenna seg aftur.

– Tað er ein øgiliga stór ábyrgd at geva føroyskum børnum góðar søgur og at lata tey sleppa at fortelja sínar egnu søgur. Tú skalt ikki hava vunnið nakað ella vera føroyameistari fyri at hava eina søgu at fortelja, sigur Jonna.

Hon sær barnaútvarpið sum eitt frírúm frá skíggjunum og leggur stóran dent á, at børn og vaksin kunnu lurta saman. Og eftir 28 ár er arbeiðsgleðin framvegis stór.

At stríðast fyri tí føroyska málinum hevur verið eitt aðalmál hjá barnaútvarpinum frá fyrsta degi.

– Eg haldi, tað er ein øgiliga stórur partur av uppalingini at geva børnum søgur. At tey sleppa inn í ein annan heim, at tey sleppa at kenna seg aftur og læra onnur at kenna. Og ikki minst at hoyra føroysk orð.

Morgunsendingin hevði eina longri samrøðu við Jonnu Fritsdóttir Mortensen. Í samrøðuni greiðir Jonna frá, hvat drívur hana, hví føroyska málið og barnasøgurnar hava so stóran týdning, og hvussu tað kennist at vera tilnevnd til eina av heimsins størstu virðislønum fyri barnabókmentir.

a_3293-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541