16 útbúgva seg til kommunulækna

16 útbúgva seg til kommunulækna
Marin Kristina í Dali bleiv liðug við útbúgvingina sum serlækni í almennum medisini í gjár
Marin Kristina í Dali (við blómutyssinum) er nýggjur serlækni í almennum medisini.
Mynd: Landssjúkrahúsið  
 
20.10.2026 - 07:57

Kommunulæknatrot er summastaðni í Føroyum.

Men í løtuni eru 16 læknar í útbúgving til kommunulækna í Landssjúkrahúsinum. 

Marin Kristina í Dali bleiv liðug við útbúgvingina sum serlækni í almennum medisini, sum kommunulæknar kallast, í gjár.

Næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 30. november.

Og tríggir læknar vera eftir ætlan lidnir næsta ár, skrivar Landssjúkrahúsið.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Í løtuni eru sjey kommunulæknastørv leys at søkja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120