Føroyar fáa norrønt ungmannafelag

Sniðgivið av Martin Mohr Olsen
Føroyar fáa norrønt ungmannafelag
Í vikuni kom nýggja síðan hjá Norrøna Ungmannafelag Føroya, NUF, á facebook, og Röddin hevur tosað við Lauru Kathrine Apol, ein av stigtakarunum, um felagið.
18.01.2014 - 10:45

- Øll hini Norðurlondini hava eitt norrønt ungmannafelag, so tað er upp á tíðina, at vit í Føroyum eisini fáa eitt.

 

Soleiðis sigur Laura Kathrine Apol, ið er ein av stigtakarunum til at seta eitt nýtt føroyskt ungmannafelag á stovn. Felagið, ið hevur fingið heitið Norrøna Ungmannafelag Føroya, ella NUF, er eitt politiskt óheft felag, ið fer at samstarva við hini ungmannafeløgunum í Norðurlondum. Danmark, Norra, Svøríki, Ísland, Grønland og Finnland hava longu eitt norrønt ungmannafelag, og í Álandi er eitt á veg. Soleiðis verður NUF partur av einum breiðum samstarvi landanna millum, ið skal virka til frama fyri at styrkja bondini millum ungdómin í londunum og kunna um mentan og viðurskifti hjá okkara grannum.

 

- Vit leggja dent á at deila norðurlendska mentan, samfeløg, søgu, mál og náttúru, eins væl og at skipa fyri ymsum norðulendskum tiltøkum, bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum. Tiltøkini kunnu snúgva seg um at uppliva ella læra um alt frá heitum keldum í Íslandi, svenskum metaltónleiki, norskum fjøllum, finskari sauna, at fara við hundasletu kring innlandsísin í Grønlandi ella um ymisk sløg av mati. Eins og vit fara at verða upplýst um onnur Norðurlond, vilja okkara systirfeløg eisini læra um, hvussu tað er at vera ungur í Føroyum.

 

NUF verður ein partur av Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (FNUF), ið er ein samstarvsfelagsskapur fyri øll ungmannafeløgini í Norðurlondunum. FNUF skipar fyri ymsum tiltøkum, sum NUF sleppur at luttaka á, og hóast NUF verður ein politiskt óheftur felagsskapur, verður eisini møguligt at luttaka á tiltøkum, sum Ungdomens Nordiska Råd skipar fyri.

 

Laura Kathrine Apol heitir á øll ung, ið eru áhugað í norðurlendskari ungdómsmentan, og sum hava hug at læra og uppliva nýggj spennandi ting, um at gerast partur av NUF. Felagið fer í februar at hava stovnandi aðalfund, har eisini nevnd verður vald. Til ta tíð er møguligt at fylgja við á facebook síðuni hjá NUF, har tiltøk og onnur kunning verða fráboðað.

 

- Kom við, lær og uppliva nakað nýtt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.