- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Sement finalan 2026
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge úr Flákra, byrjaði framførsluna við at lesa upp.
Tina Mellemgaard og Árni Jóhannesson úr Flákra.
Tina Mellemgaard, Flákra.
Tina Mellemgaard, Flákra.
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, Flákra.
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, Flákra.
Tina Mellemgaard, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge og Árni Jóhannesson, Flákra.
Flákra toymið í samrøðu við vertarnar eftir framførsluna.
Alto trein á pallin við orku og yvirskoti. Jónas Vesturklett, oddamaður í Alto, bjóðaði áskoðarafjøldini til eina megnar veistlu á pallinum.
Alto hevði ein gest við á pallin, sangarinnuna Ronju Rasmussen.
Jónas Vesturklett, Alto.
Heini Hofgaard Johannessen, Alto.
Treysti Holm, Jónas Vesturklett og Heini Hofgaard Johannessen, Alto.
Har var eingin ivi um, at Alto lá ovaliga millum áskoðarnar. Hóast teir ikki vóru millum teir tríggjar bólkarnar ið vunnið, vórðu teir bodnir at framføra á Voxbotni í næsta ár.
Treysti Holm og Jónas Vesturklett, Alto.
Rókur Dagbjartsson Kjærbæk, oddamaður í Krasj, leikaði í á pallinum, við orkufyltum punki.
Høvuðsboðskapurin hjá Krasji, var f*** vitlíki. Hetta fekk stóran part av áskoðarafjøldini at leika í saman við bólkinum.
Mitt í konsertini, knústi Rókur Dagbjartsson Kjærbæk, oddamaður í Krasj, ein telduskerm við einum gittara.
Rókur Dagbjartsson Kjærbæk og Tummas Árni Dam, Krasj.
Frá byrjan til enda var pallurin á gosi, undir framførsluni hjá Krasji.
Teir vóru vælnøgdir við framførsluna. Hesum greiddi teir frá í samrøðuni við vertarnar.
Frá villum punki til róliga einstaklingin, Bodil, varð ferðin sett niður í Reinsaríinum.
Sum eitt so kallað 'wildcard', varð Bodil boðin við í finaluna, hóast hon ikki upprunaliga kom víðari úr øðrum umfari av Sementi.
Bodil gandaði áskoðararnar, við nærløgdum og persónligum sangum.
Bodil gandaði so heilt víst eisini dómararnar, ið seinni fóru at kunngera, at hon fekk triðja plássið í finaluni.
Umframt at hon vann triðja plássið í finaluni, varð Bodil eisini boðin at framføra á G festivali í næsta ár.
Kvinnubólkurin Gaia, við Onna Maritu á Rógvi á odda, framførdi við sannføring, hóast tær høvdu forfall í bólkinum.
Vanliga eru tær níggju kvinnur í bólkinum til samans. Leygarkvøldið vóru tær 'einans' átta, greiddi Anna Marita á Rógvi frá.
Oddakvinnan nýtti eisini høvið at takka sínum góðu vinfólkum, ið sótu fremst og stuðlaðu teimum.
Í backstage økinum gekk tað vilt fyri seg. Bjartur Sigmundarson, reportari, gjørdi samrøðu við Krasj, ið brádliga fóru í holt við at bróta enn ein skerm við gittaranum.
Eimyrja, við Gerhardi Páll Lognberg á odda, spældi sannførandi tungmálmstónar.
Gerhard Páll Lognberg, Jan Bolstad og ryggurin hjá Edvini Niclasen, Eimyrja.
Í ektaðari tungmálms siðvenju, brølaði Jan Bolstad, so tað rungaði um alt Reinsaríið.
Enn ein heldur óvanlig samrøða hjá Bjarti Sigmundarson fór fram. Hesa ferð var hann at finna á bjálkunum í Reinsaríinum, saman við Jóna Strøm úr Tunghoyrt.
Ta síðstu framførsluna áttu teir ungi mennirnir í Nettup. Baldur Holm er framleiðari av tunga hipp-hopp tónleikinum.
Lazar Illic, oddamaðurin í Nettup, fekk nærum alla áskoðarafjøldina at reisa seg upp, við sínum sera orkufylta og fangandi atburði á pallinum.
Hipp-hopp bólkurin megnaði at vinna Sement 2026 og fingu teir harumframt innbjóðing, at framføra á Spot festivali í Danmark í næsta ár.
Vónandi fáa teir eins og góða móttøku í Danmark, sum teir fingu í Reinsaríinum. Tað er teimum væl unt.
Dómararnir høvdu ilt við at semjast, varð sagt í sjónvarpssendingini. Anna Iachino, Danny Baldvinsson og Niels Arge Galan góvu sær stundir at kjakast um hvør skuldi fáa tey trý steypini við heim í ár.
Rúni Djurhuus umboðaði Voxbotn festivalin. Tað er jú soleiðis, at umframt at mann kann vinna sjálvu Sement kappingina og virðislønir, ber eisini til at verða boðin at framføra á ymsum festivalum. Nevniliga Voxbotn, G festival og Spot festival.
Spenningurin var í hásæti millum Alto toymið og fjeppararnar, meðan bíðað var eftir kunngerðunum. Tað varð nevniliga bólkurin Alto, ið varð boðin at spæla á Voxbotni í næsta ár.
Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, umboðaði G festivalin fyri Høgna Lisberg, ið var burturstaddur.
Bodil fegnaðist um at verða boðin at framføra á G festivali.
Glenn Larsen, frá Faroe Music Export, og Jóni Strøm, úr Tunghoyrt, kunngera, at Nettup eru bodnir at framføra á Spot festivali í næsta ár.
Lazar Illic úr Nettup klemmar Jóna Strøm afturfyri boðini.
Enn eini gleðisboð til Bodil, tá kunngjørt varð, at hon vann triðja plássið í ár. Lillian Poulsen, vertur, og Elsa Berg, bórgarstjóra í Tórshavnar kommunu, handaðu henni virðislønina.
Flákra toymið takkar fyri annað plássið á Sement 2026.
Lazar Illic og Baldur Holm úr Nettup eru ársins vinnarar av Sementi 2026.
|
|


































































