Bjarni Larsen steypavinnari í Noreg

Bjarni Larsen steypavinnari í Noreg
Um vikuskiftið vann føroyski landsliðsleikarin, Bjarni Larsen, steypakappingina í flogbólti í Noreg
Bjarni Larsen (nummar 5) er norskur steypavinnari í flogbólti
 
20.01.2014 - 11:38

Leygardagin gjørdist fuglfirðingurin, Bjarni Larsen, norskur steypavinnari við BK Tromsø, sum vann 3-2 á Førde VBK.

Tað sá annars einki út hjá Tromsø eftir fyrstu tvey settini, sum Førde vann 25-16 og 25-21.

Men fyri Bjarna er hendan støðan ikki óvand, tí hetta var eisini støðan tá ÍF í fjør vann føroysku steypafinaluna 3-2 á SÍ, sum hevði ført 2-0.

Tromsø vann triðja settið 25-20 og fjórða 25-17. 

Í javnbrótaranum legði Tromsø seg framum 9-5, men leiðslan minkaði aftur niður til eitt stig við støðuni 12-11. Tromsø vann tó at enda. Fimta settið endaði 15-13.

BK Tromsø er felagið har Rúni Weihe var ein av stóru spælarunum fyri nøkrum árum síðani. Rúni Weihe vann bæði meistaraheitið og steypakappingina við Tromsø

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928