Sigrún málar víðari, meðan dagur er

Sigrún málar víðari, meðan dagur er
Sigrun Gunnarsdóttir hevur fingið sømdargávu landsins. Vit vitjaðu listakvinnuna í atelierinum á Eiði, har hon framvegis málar hvønn dag og hevur nógvar søgur eftir at siga.
Sigrún Gunnarsdóttir málar á tómt lørift í sínum arbeiðshølum
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
28.10.2026 - 10:45

– Nú má mann arbeiða, meðan dagur er, tí náttin kemur, og tá eingin kann arbeiða.

Soleiðis sigur Sigrún Gunnarsdóttir, sum 76 ár gomul framvegis hevur stóran hug at mála og skapa. Fríggjadagin fekk hon sømdargávu landsins, og harvið er hon komin á fíggjarlógina, sum hon sjálv skemtiliga tók til.

Vit hittu Sigrún í atelierinum á Eiði, har hon er fødd og uppvaksin, og har hon framvegis býr og arbeiðir.

Longu sum smágenta teknaði hon á hvørt pappír, hon fekk fatur á. Og hóast nógv er broytt hesi 76 árini, er hugurin at skapa tann sami.

– Eg haldi, at Eiði hevur givið mær nógv. Bara tað at kunna ganga her í náttúruni og fáa íblástur av at vera her.

Hvønn morgun gongur Sigrún ein túr runt um vatnið, áðrenn hon fer til arbeiðis í atelierinum. Har standa fleiri hálvlidnir málningar, sum hon enn ikki veit, hvussu fara at síggja út, tá teir eru lidnir.

Myndirnar hjá Sigrún eru fullar av søgum og symbolum. Og fyri hana snýr listin seg um at geva nakað av sær sjálvari.

– Eg royni alla tíðina at hava eina samrøðu millum meg og myndina. Um myndin kann geva mær nakað, og eg fái eina samrøðu í gongd, so eri eg nøgd.

Tað hjartað sær, gloymist ei, er eitt orðatak, sum hevur fylgt Sigrún í mong ár. Og tað lýsir eisini hennara list, har kenslur, upplivingar og lívsins stóru spurningar fáa skap og litir.

Í samrøðuni greiðir Sigrun frá barnaárunum á Eiði, arbeiðinum sum listakvinna, søgunum aftan fyri málningarnar og gleðini við framvegis at kunna skapa.

Hoyr samrøðuna við Sigrun Gunnarsdóttir her.

a_5473-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723