Óli málglaður í tapi fyri Sporting

Óli málglaður í tapi fyri Sporting
Óli Mittún skoraði 11, men GOG tapti fyri Sporting. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu á Partizan. Føroyingarnir skulu báðir spæla miðumfar, men fáa einki stig við
 
29.10.2026 - 22:23

Óli Mittún hevði stillað skotarmin væl í Champions League-heimadystinum ímóti Sporting í kvøld.

Føroyingurin hitaði upp til landsdystirnar í næstum við 11 málum og fýra uppleggum, men Francisco Costa og hinir portugisararnir vunnu 37-35.

GOG var aftanfyri allan dystin og endaði á øðrum plássi aftanfyri Sporting við sjey stigum. Fjónliðið fer í miðumfarið uttan stig saman við Barcelona, Magdeburg, Sporting, Dinamo Bucuresti og Kielce.

 


Okkurt av teimum mongu málunum og uppleggunum hjá Óla Mittún ímóti Sporting síggjast í samandráttinum omanfyri.

 

Hákun eisini víðari

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin, sum vunnu 40-33 á Partizan, fara eisini víðari uttan stig.

Føroyski vongurin skoraði tvey mál og brendi einaferð í Max-Schmeling-Halle, og høvuðsstaðarfelagið skal spæla ímóti Veszprem, PSG, Melsungen, Plock og Aalborg í miðumfarinum.

 


Eitt frálíkt mál hjá Hákuni West av Teigum er sloppið við á samandráttin av stórsigrinum hjá Füchse Berlin á Partizan í týska høvuðsstaðnum.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, men SAH tapti 30-27 fyri Barcelona, og tað hevði við sær, at Dinamo Bucuresti slapp víðari í miðumfarið í staðin, og danska felagið í staðin "flytur niður" í European League.

 

EM-undankappingin byrjar

Áðrenn Óli Mittún og Hákun West av Teigum fara undir miðumfarið, skulu teir spæla í føroysku landsliðsblusuni.

Næsta mikudag byrjar nýggj EM-undankapping við heimadysti ímóti Kosovo við Tjarnir, áðrenn leiðin gongur til Montenegro, har dystur er á skránni sunnudagin 8. novemeber.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748