Kommunur sleppa kanska at brúka vakmyndatól

Kommunur sleppa kanska at brúka vakmyndatól
Nú er loyvið hjá kommunum at brúka vakmyndatól aftur frammi
Vakmyndatól.
 
30.10.2026 - 06:11

Nú er loyvið hjá kommunum at brúka vakmyndatól aftur frammi.

Landsstýrið hevur gjørt uppskot um lóg, sum gevur kommunum heimild til at hava vakmyndatól við serliga ábært øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu.

Endamálið er at økja trygdina.

Í uppskotinum verður sagt, at kommunustýri í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum, kann vaka yvir øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli. 

Tilmælið frá politinum er galdandi í tvey ár. 
 
Upptøkur kunnu gevast politinum sambært rættarúrskurði.

Onnur enn politiið kunnu viðgera upptøkur, um hetta er neyðugt í sambandi við revsimál. 

Upptøkur skulu, sambært lógaruppskotinum, strikast í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkuna. 

Kommuna, sum setur upp vakmyndatól, er dátuábyrgdari.

Uppskotið er til hoyringar til 26. november.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860