Frændur syngja síni løg - fyri fyrstu ferð í Varpinum

Frændur syngja síni løg - fyri fyrstu ferð í Varpinum
Um vikuskiftið verða fagnaðarkonsertir í Varpinum, nú 40 ár eru liðin, síðani Frændur góvu út sína aðru plátu, Frændur II. Tí sangirnir liva enn hjá fleiri ættarliðum
Jakob Jørgensen
Frændur gleða seg til at spæla í Varpinum um vikuskiftið
30.10.2026 - 19:40

Tá vinmenninir Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Rani Noløse funnu saman í bólkinum Frændum í ungdómsumhvørvinum í Klaksvík miðskeiðis í 1980-árunum, vóru teir ungir, idealistiskir og fullir av tónleiki. Teir skrivaðu sangir og tekstir um frið, kærleika, rættvísi, tjóðskap, náttúru og samfelagsviðurskifti. Og fólk tóku skjótt undir við tónleikinum: 

– Eg var ein droymandi og leitandi ungur idealistur, sum fegin vildi seta orð á tíðina og lívið, sigur Steintór Rasmussen, tá ið hann verður biðin um at lýsa seg sjálvan, tá ið Frændur byrjaðu.  

Eftir at fyrstu sangirnir fingu góða móttøku í ungdómsumhvørvinum í Klaksvík, vaks hugurin at fara í upptøkuhøli. Soleiðis byrjaði ein tónleikaferð, sum nú hevur vart í meira enn fýra áratíggju.  

Frændur løgdu nógv fyri í upptøkuarbeiðnum og hava givið fimm plátur út: Saman við tær (1984), Frændur II (1986), 80'ini (1988), Mítt land (1992) og Frændur V. Sangirnir hjá teimum eru vorðnir fólkaogn.  

Í ár eru 40 ár liðin, síðani Frændur II kom út, og hóast nógv er broytt síðani miðskeiðis í 1980-árunum, liva sangirnir frá Frændum enn. 
Á fagnaðarkonsertunum í Varpinum um vikuskiftið fer bólkurin, saman við nøkrum av fremstu tónleikarum í Føroyum, at framføra alla plátuna umframt fleiri av kendu løgunum, sum hava fylgt føroyingum í fleiri ættarlið.  

 

Sangir um samfelag, tjóðskap og kærleika  

Við sangum um kríggj, frið, rættvísi og frælsi verða Frændur ofta lýstir sum ein samfelagskritiskur bólkur.  

Tá ið Frændur II kom út í 1986, var heimurin merktur av kalda krígnum. Óttin fyri einum kjarnorkukríggi fylti nógv í almenna kjakinum, og hetta sæst eisini aftur í fleiri av sangunum hjá bólkinum.  

Men fyrsta lagið á Frændur II, Føroyar, snýr seg ikki bara um tjóðskap og politikk. Tað er eisini ein heiður til vøkru føroysku náttúruna. Steintór, Rani og Eyðun leggja dent á, at teir hava skrivað og sungið um nógv annað enn politikk.  

– Vit sungu eisini um kærleika, náttúru og gerandisdagin. Men vit vóru sjálvandi eisini partur av einari tíð, tá ið stórar friðarrørslur vóru um allan heim, siga teir.  

Hóast friðarrørslurnar kanska ikki eru eins sjónligar í dag sum tá, er heimurin framvegis merktur av kríggi, ófriði og altjóða spenningi. Tí eru sangirnir hjá Frændum kanska aftur vorðnir serliga viðkomandi.  

– Í dag hava vit Trump í USA, og heimurin er aftur merktur av ótryggleika og kríggi. Tað fær tankarnar aftur til 1980-árini. Eg haldi, at tað framvegis er tørvur á protestsangum, sigur Eyðun.  

 

Trý ættarlið syngja við  

Sangirnir hjá Frændum eru vorðnir fólkaogn og verða spældir og sungnir við mong høvi. Men limirnir hava ikki so stóran hug til sjálvir at meta um, hví júst teirra sangir eru vorðnir so væl umtóktir.  

– Tað mugu onnur meta um. Men vit bjóða okkum fram og elska at syngja og spæla hesar sangirnar, sum hava fylgt okkum gjøgnum alt lívið. Og tað vísir seg, at undirtøkan er sera góð, sigur Eyðun.  

Steintór leggur aftrat, at ein av orsøkunum helst er, at teir altíð hava sungið á føroyskum og roynt at seta orð á kenslur og upplivingar, sum fólk kenna seg aftur í:  

– Føroyskt er okkara móðurmál og okkara kenslumál. Tá ið mann megnar at seta orð á sínar kenslur og tað kemur frá hjartanum, kann tað ikki ganga heilt galið, sigur Steintór.  

Í dag eru tað ikki bara tey, sum vóru ung í 1980-árunum, ið syngja við til Frændur-løgini. Á konsertunum uppliva limirnir, at bæði børn, foreldur, ommur og abbar syngja við til somu sangir.  

– Nú uppliva vit ofta, at trý ættarlið syngja somu sangir saman, og tað er heilt serligt. Tað høvdu vit ikki sæð fyri okkum, tá ið vit byrjaðu fyri meira enn 40 árum síðani, sigur Steintór.  

 

Ein góð ferð  

Tónleikaferðin hesi 40 árini hevur verið bæði góð og gevandi, halda teir í Frændur, og hóast nógv er broytt, síðani fyrsta útgávan kom út í 1984, er kenslan tann sama:  

– Mann kann kanska lýsa okkara ferð saman sum eitt 40 ára langt hjúnalag. Vit hava upplivað ótrúliga nógv saman og havt nógvar stórar, hugnaligar og spennandi løtur. So støðan kann kanska lýsast einfalt: eina ferð ein Frændi, altíð ein Frændi, smílist Steintór.  

Tí er tað serliga stuttligt nú at spæla í heimstaðnum Klaksvík – og fyri fyrstu ferð í Varpinum, mentanarhúsinum, sum bíðað varð eftir í nógv ár:   

– Tað besta er at síggja, at fólk framvegis halda lív í tónleikinum hjá okkum. Vit vilja bara siga hjartans takk fyri allan stuðulin øll hesi árini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688