KVF sendir Pan-ArcticVision beinleiðis í kvøld

KVF sendir Pan-ArcticVision beinleiðis í kvøld
Í kvøld verður Pan-ArcticVision hildin í Norðurlandahúsinum. Marius DC umboðar Føroyar, og KVF sendir beinleiðis á kvf.fo frá klokkan 19.30 
Vertur hetta kvøldið verður føroyski sangarin Anna Sofía Skoradal, og eisini eru gestaframførslur við Dóttir / Súsannu Herálvsdóttur og øðrum á skránni.
 
02.10.2026 - 17:17

Í kvøld verður Pan-ArcticVision hildin í Føroyum fyri fyrstu ferð. Tónleikarar úr arktiskum økjum fara á pall í Norðurlandahúsinum, og føroyski luttakarin er rapparin og sangarin Marius DC úr Havn. 

Kappingin verður ofta samanborin við Eurovision, men í Pan-ArcticVision eru tað øki heldur enn sjálvstøðugar tjóðir, sum luttaka. Á pallinum verða umboð úr Alaska, Nunavut, Kalaallit Nunaat, Íslandi, Føroyum, Sápmi, Norður-Noregi, Norður-Svøríki, Norður-Finnlandi og russiska partinum av Arktis. 

(Mynd: Tutl) Virkni rapparin Marius DC, skal umboða Føroyar í arktisku tónleikakappingini.
 

Pan-ArcticVision fyri fyrstu ferð í Føroyum 

Pan-ArcticVision varð fyrstu ferð hildið í Vadsø í Norður-Noregi í 2023. Síðani hevur kappingin verið í Nuuk og Iqaluit. Í fjør valdu áskoðararnir Føroyar sum vert fyri ársins kapping. 

Luttakararnir syngja á sínum móðurmáli og hava hvør sína serstøku framførslu við sær. Tí verður tónleikurin fjølbroyttur í kvøld, við eitt nú føroyskum rappi, íslendskum progrokk, samiskum joiki og tónleiki úr Alaska, Nunavut og Kalaallit Nunaat. 

Luttakararnir eru 
Annie Bartholomew við Kat Moore – Juneau, Alaska 
Piunguałaq & Tooma – Kangiqtiniq (Rankin Inlet) & Iqaluit, Nunavut 
Nuunu – Sisimiut, Kalaallit Nunaat 
Falinn Gjóður – Reykjavík, Ísland 
Marius DC – Tórshavn, Føroyar 
Ivar Beddari – Páččjok/Pasvik, Norðurnoreg/Sápmi 
Klara Pasma – Pajala, Norðursvøríki 
Niko Valkeapää & Miro Mantere – Norðurfinnland/Sápmi 
Roman Gladyshev – Murmansk / russiska Arktis (í útlegd) 

Føroyska songkvinnan Anna Sofía Skoradal, eisini kend sum Gówa, verður vertur fyri kvøldinum.  

Pan-ArcticVision byrjar klokkan 19.30 í kvøld. KVF sendir beinleiðis úr Norðurlandahúsinum á kvf.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115