Alifiskur størsta útflutningsvøra hjá Føroyum

Alifiskur størsta útflutningsvøra hjá Føroyum
Alifiskurin fór nakað væl upp um tvær milliardir krónur í útflutningsvirði í fjør
Munurin millum útflutning og innflutning tódnaði næstan eina milliard í fjør
 
21.01.2014 - 09:37

Til 1.desember í fjør var alifiskur útfluttur fyri tvær milliardir og 260 milliónir krónur, sum eru góðar 600 milliónir meira enn í 2012.  

Orsøkin er ikki størri nøgd, men betri prísur. Tí tonsini vóru bara 389 fleiri í fjør.

Alifiskur er vorðin nógv tann størsta útflutningsvøran hjá Føroyum.

Onnur fiskasløg

Uppsjóvarfiskur, so sum makrelur og sild, varð seldur fyri eina milliard og 320 milliónir til 1.november. Og tað er sama tal sum í 2012.

Sambært tølum hjá Hagstovuni varð botnfiskur, so sum toskur og upsi, útfluttur fyri eina milliard og 113 milliónir krónur í fjør, sum eru góðar 60 milliónir minni enn í 2012. Til 1.desember í fjør útfluttu Føroyar fyri fimm milliardir og 660 milliónir krónur, yvir 490 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin var tíggju prosent.

Samstundis minkar innflutningurin. Hann var góðar 480 milliónir minni í fjør enn í 2012. Minkingin er átta prosent. Munurin millum útflutning og innflutning tódnaði næstan eina milliard í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363