Ferðsluóhapp í Leirvík: Trý fólk flutt á sjúkrahúsið

Ferðsluóhapp í Leirvík: Trý fólk flutt á sjúkrahúsið
Trý fólk eru flutt á sjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp við tunnilsmunnan í Leirvík. Tunnilin er stongdur og løgreglan kann enn ikki siga, nær hann letur upp aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
31.10.2026 - 19:39

Trý fólk eru flutt á sjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp við tunnilsmunnan í Leirvík. Tað tykist ikki í fyrstu atløgu sum skaðarnir eru álvarsamir, men krevja tó viðgerð. 

 

Løgreglan fekk fráboðan um ferðsluóhapp kl. 18.20. Tríggir bilar vóru við í ferðsluóhappinum. Ein bilur rakti fyrst ein mótkoyrandi bil og síðani ein annan bil. Tann bilurin var helst eisini mótkoyrandi, sigur vakthavandi hjá løgregluni. 7 fólk vóru í teimum trimum bilunum. Tveir sjúkrabilar hava flutt trý fólk og sjúkrahúsið og enn er ikki greitt, um hini fýra eisini skulu á sjúkrahúsið. 

 

Tunnilin er stongdur og løgreglan kann enn ikki siga, nær hann letur upp aftur, sigur vakthavandi. Tann eini bilurin, sum var í ferðsluóhappinum er fluttur, men hinir báðir skulu enn flytast og løgreglan fer at vera á staðnum eina løtu afturat. 

 

Løgreglan skrivar á sín Facebook vanga, tá tunnilin letur uppaftur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688