- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avtalan við USA: Vilja hava politiskan fylgibólk

Grønlendska uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin mælir landsstýrinum til at seta politiskan fylgibólk við fólki úr øllum flokkum aftrat verjuavtaluni við USA og Danmark.
Hann skal tryggja stóra politiska luttøku, tá ískoytisavtalur skulu gerast. sigur nevndin.
Nevndin hevur skrivað álit um verjuavtaluna.
Onnur viðgerð verður í landstinginum í morgin.
Naleraq vil hava fókaatkvøðu
Naleraq er einasti flokkur, sum ikki tekur undir við uppskotinum um fylgibólk.
Flokkurin vil eisini hava fólkaatkvøðu um avtaluna.
Nevndin leggur dent á, at avtalan kann ikki broytast, tí forsetin, forsætisráðharrin og landsstýrisformaðurin hava longu undirskrivað hana.
Uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin heitir eisini á landsstýrið um lýsa nærri, hvørjar samfelagsligar og fíggjarligar avleiðingar avtalan hevur við sær, og kunna landstingið í minsta lagi eina ferð um árið, hvussu gongst við avtaluni.



























