Silvurdrongurin kemur við bønum og illbønum í sermerktum konsertfilmi

Silvurdrongurin kemur við bønum og illbønum í sermerktum konsertfilmi
"Vit sleppa at síggja konsertina og føroyska mentan gjøgnum eyguni hjá tveimum ferðafólkum. Tað letur upp fyri onkrum heilt nýggjum," heldur Trygvi Danielsen, Silvurdrongur
Rolf Meldgaard / G! Festival
05.11.2026 - 21:00

11. november verður nýggi konsertfilmurin "Bønir & illbønir" hjá Silvurdrongi frumsýndur í Havnar Bio. Konsertfilmurin verður seinni í vetur vístur á Kringvarpinum.

"Tað er ein dokumentariskur konsertfilmur, sum er upptikin yvir fleiri konsertir," greiðir Trygvi Danielsen, ið er Silvurdrongur, frá.

"Konsertfilmurin tekur útgangsstøði í sjónarmiðunum hjá tveimum ferðafólkum, ið tilvildarliga vóru í Føroyum akkurát tá. Vit sleppa at síggja konsertina og føroyska mentan gjøgnum teirra eygu. Tað letur upp fyri onkrum heilt nýggjum, haldi eg sjálvur."

 

G!-konsertin var startskotið

Trygvi Danielsen valdi at framleiða konsertfilmin í sambandi við útgávukonsertina fyri fløguna "Bønir", sum hann spældi á G! í ár - og ja, "Bønir" kom bara út sum fløga. 

"Vit gjørdu so nógv burtur úr konsertini á G! festivalinum. Hon kravdi so nógva fyrireiking, eitt nú produktiónsvenjingar við ljóðfólki og teknikarum. Tað fekk meg at hugsa, at mann kundi tað sama filma tilgongdina. So hugsaði eg, at mann kundi tað sama havt áskoðarar - men bara nakrar heilt fáar. So fekk eg eitt samstarv við Kringvarpið í lag, og síðani rullaði tann bólturin bara."

Trygvi Danielsen er væl nøgdur við útslitið, sum fólk kunnu síggja í Havnar Bio 11. november. 

"Fólk kunnu vænta sær eina stuttliga søgu, eina sjáldsama konsert og heimildarfilmiska dygd, sum eitt framúr kameratoymið hevur megnað at fangað."


Silvurdrongur á G! (Mynd: Alessio Mesiano)

 

Bara hoyrast online í LEITISSTEIN

Trygvi Danielsen greiddi eisini frá nýggja konsertfilminum "Bønir & illbønir", tá hann var gestur í LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av "Bønir". 

"Bønir" liggur ikki á nakrari stroymingtænastu, so hon kann einans hoyrast online í sendingini LEITISSTEIN. 

"So er revsingin, at fólk mugu lurta eftir okkara møsni millum sangirnar," segði Trygvi Danielsen skemtandi. 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891