- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið: Starvsfólkatrot ein orsøk til, at málið um Bakkafrost dró út

Starvsfólkatrot er ein av orsøkunum til, at tað hevur tikið so drúgva tíð hjá politinum og ákæruvaldinum at fáa málið móti Bakkafrosti í rættarskipanina.
Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.
Tað tók politinum og ákæruvaldinum meira enn fýra ár at fáa málið fyri rættin.
Í desember 2021 meldaði at Heilsufrøðiliga Starvsstovan Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina og lúsakunngerðina.
Men ikki fyrr enn í apríl í var ákæra reist móti Bakkafrosti.
Í gjár frættist so, at Føroya Rættur í úrskurði hevur staðfest, at málið hevur ligið stilt ov leingi, og tí er fyrnt.
Málið móti Bakkafrosti hevur elvt til, at spurningur varð settur, um skilnaðurin millum tríbýtta valdið, sum sømir seg í einum demokratiskum landi, varð brotin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Tað hevur ikki eydnast at fáa samrøðu við fútan, Michael Boolsen.
























