Kommunulæknafelagið krevur svar frá Novo Nordisk

Kommunulæknafelagið krevur svar frá Novo Nordisk
Forkvinnan í felagnum heldur tað vera álvarsligt, at Novo hevur skrásett og mett føroyskar læknar eftir søluvirði
Turið Holm Johannessen er forkvinna í Kommunulæknafelagnum.
 
05.11.2026 - 13:29

Turið Holm Johannessen, forkvinna í Kommunulæknafelagnum, undrast á, at Novo Nordisk hevur skrásett føroyskar læknar í dátugrunni hjá fyriøkuni.

Hon krevur svar frá donsku heilivágsfyritøkuni, um hví og hvussu fyritøkan hevur savnað og goymt upplýsingar um føroyskar læknar, og bólkar teir eftir søluvirði.

87 føroyskir læknar eru skrásettir í einum innanhýsis dátugrunni hjá donsku heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk.

Tað vísir ein dátuleki, sum danski miðilin, Ingeniøren, hevur fingið fatur á, og latið Kringvarpinum upplýsingar úr.

Í dátugrunninum verða læknar millum annað flokkaðir eftir, hvussu nógv teir skriva út av heilivági hjá Novo Nordisk, og hvussu stórt handilsligt virði teir hava fyri fyritøkuna.

 

 

Fýra føroyingar eru forsprákarar

Fýra føroyskir læknar eru settir í ovasta bólkin í skipanini hjá Novo Nordisk.

Bólkurin kallast Advocates, sum merkir forsprákarar.

Tveir teirra starvast á Landssjúkrahúsinum, og hinir báðir eru knýttir at einari kommunulæknaviðtalu í Havn.

Turið Holm Johannessen, forkvinna í Kommunulæknafelag Føroya, heldur tað vera álvarsligt, at Novo hevur skrásett og mett føroyskar læknar eftir søluvirði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05112026_Turid_um_Novo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928