Eftirspurningur eftir gomlum flúgvaramotorum í USA

Eftirspurningur eftir gomlum flúgvaramotorum í USA
Motorarnir skulu gera streym til nýggju dátumiðstøðirnar, sum vera bygdar, og sum brúka eina rúgvu av streymi
Kirkjugarður fyri gomul hernaðarflogfør Davis-Monthan Air Force Base í Tucson
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
08.11.2026 - 11:08

Heimsins ríkasti maður, Elon Musk, er komin upp í kappingina at skaffa streym til nýggju dátumiðstøðirnar, sum vera bygdar í eini roynd at nøkta vaksandi eftirspurningin eftir meira vitlíkis-telduorku.

Vitlíkisfyritøkan hjá Elon Musk 'xAI' er ein av fleiri amerikonskum fyritøkum, sum nú eru farnar at brúka gamlar motorar í flogførum, sum eru koyrd til upphøggingar, sum alternativa orkukeldu til sínar dátumiðstøðir. Tað skriva New York Times og miðilin Tom’s Hardware, sambært danska Ekstrablaðnum.

- Fyritøkurnar gerast snildari og snildari, sigur stjórin í AI-fyritøkuni Apolo, Bill Kleyman, við New York Times.

Skaffið sjálv streym

Stóri eftirspurningurin er flúgvaramotorum kemst millum annað av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið fyritøkur um at sjálvar at skaffa streym til dátumiðstøðir, so at mongu nýggju dátumiðstøðirnar ikki tyngja elnetið.

Hetta hevur ført til, at m.a. heimins ríkasti maður Elon Musk og onnur í vinnuni hava fingið áhgua fyri amerikonskum upphøggingarstøðum fyri flogfør, sonevndir ‘boneyards’, har hundraðtals gomul flogfør standa parkerað, áðrenn tey verða tikin sundur ella umvæld.

Fyritøkurnar taka motorarnar og umskapa teir til brúkilig orkuverk, sum kunnu stýra dátumiðstøðunum.

Ikki øll eru fegin

Trupulleikin er, at gamlir motorar frá flogførum dálka nógv meira enn siðbundnar orkukeldur. Fyritøkan hjá Elon Musk, 'xAI' hevur til dømis sett upp átta motorar frá flogførum til at stýra einum dátumiðstøð í statinum Mississippi.

Men stóri umhvørvisfelagsskapurin Southern Environmental Law Center hevur longu mótmælt avgerðini hjá Mississippi um at loyva nýtslu av flogmotorunum, skrivar miðilin Tom’s Hardware, sambært Ekstrablaðnum.

Umhvørvisfelagsskapurin er stúrin, tí fyritøkan hjá Elon Musk ikki kann veita vissu fyri, at nýtslan av flogmotorunum ikki fer at hækkað stigið av ymiskum dálkandi evnum, eitt nú formaldehyd, sum er krabbameinselvandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470