- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarkappingin: Julian rann og vann aftur
Julian Gregersen úr Treysti og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vunnu, tá annað umfar í vetrarkappingini var í góðveðrinum á Sandi um vikuskiftið.
Klaksvíkingurin var við aftur eftir skaðasteðg, og hann fór avstað við gullinum í fyrstu royndini frammanfyri Rógva Kárason og Torbjørn Hentze úr Bragdinum.
Julian Gregersen rann teir knøppu níggju kilometrarnar upp á 28:27,1 - eini 40 sekund frammanfyri Rógva Kárason, sum vann Kerjarenningina, sum var fyrsta umfar av vetrarkappingini.
Hjá kvinnum var Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum suveren við tíðini 35:09,0. Valborg Heinesen, sum endaði á 2. plássi seinast, var ikki við hesa ferð. Í staðin endaði unga Elia Mouritsen nummar tvey.
Lokala rennifelagið Tindar skipaði fyri kappingini saman við Bragdinum.



























