Seiðalúsin órógvar alivinnuna

Seiðalúsin órógvar alivinnuna
Alsamt tørri mongdir av heilivági verða innfluttar at týna lýs á laksi. Vit hoyra ofta um laksalús. Men seiðalúsin órógvar og er trupul at týna
12.11.2026 - 19:24

- Tað eru tvær ymiskar artir. Laksalúsin er væl størri og setur seg bara á laksafisk; í okkara føri er tað alilaksur og sílini. Meðan seiðalúsin setur seg eisini á alilaks og síl, men á eina ørgrynnu av øðrum fiskasløgum.

Soleiðis greiðir Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari hjá Firum frá. Sambært tølum frá Apoteksverkinum innflyta vit serliga tvey sløg av heilivági, sum verða brúkt til at avlúsa alilaks.

- Tey bæði, tey eru slice (emamectin) og salmosan (azametiphos). Slice er ein heilivágur, sum verður koyrdur í fóðurið, og tað verður serliga brúkt móti seiðalús, og ikki so nógv lakslúsini. Meðan salmosan er ein baðiviðgerð fyri laksalús, og seiðalús, um tað skuldi verið.

Og tað er eisini ymiskt, hvussu tey bæði lúsasløgini ávirka alilaksin.

- Meðan alivinnan í stóran mun framleiðir laksalýsnar, sum eru, so síggja vit tað við seiðalúsini, at hon ofta sær út til at koma inn útifrá. Altso, at tað er onkur fiskastovnur, sum kemur inn og hevur tær við sær. Um vetrarmánaðirnar er tað ofta meiri seiðalús. Men álopini kunnu variera øgiliga nógv millum ár, og tað er trupult at forútsíggja, nær eitt ringt seiðalúsa ár verður, og nær eitt ikki ringt seiðalúsaár verður.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592