- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnabati fingið 133 umsóknir um jólahjálp

Jólahjálpin hjá Barnabata hevur higartil fingið 133 umsóknir um jólahjálp.
Tað upplýsir Barnabati fyri Kringvarpinum.
Tiltakið "Í menniskjum góður tokki" letur hjálpina, sum er ætlað fíggjarliga sperdum barnafamiljum.
Barnabati samstarvar við Hagstovuna um, hvør lýkur treytirnar fyri at fáa hjálp.
Hedvig Jóhansdóttir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Upplýsast skal í umsóknini, hvussu nógv børn familjan hevur, og um tað er stakur ella fleiri uppihaldarar.
Á Facebook-síðuni hjá Barnabata sigur Hedvig Jóhansdóttir, at meiri enn 1.000 børn og ung liva í fátækraváða.
Evstamark at søkja er 29. november.
Í fjør læt Barnabati 295 umsøkjarum jólahjálp, og 655 børn fingu sostatt stuðul, hevur Barnabati upplýst fyri trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.



























