Hvaðani kemur orðið "ræsa"?

Hvaðani kemur orðið "ræsa"?
Ein málsøgulig kanning hjá Bjarna Steintún vísir, at orðið "ræsa" ikki stavar frá "ráum" ella "rotnum" mati, sum mong halda – men hinvegin frá einari æviggamlari rót
Myndin er gjørd við vitlíki.
 
17.11.2026 - 13:01

Ræst kjøt, ræstur fiskur og røst grind. Ræsingin er serstøk í føroyskari matmentan og samleika. Í gomlum døgum var hetta ein alneyðugur máti at goyma mat upp á fyri at yvirliva, meðan tað í dag í størri mun snýr seg um smakk, siðvenju og mentan. 

Men hóast vit brúka orðið á hvørjum degi – og summi norðanfjørðs enntá brúka ræst sum lýsingarorð fyri okkurt, ið er vánaligt ella moðið – so hevur ikki verið greitt, hvar upprunin til sagnorðið at ræsa kemur frá. 

Bjarni Steintún, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur kannað orðið. Í vísindaligu greinini "Ræstar hugleiðingar – upprunin til sagnorðið 'ræsa'" greinar hann sína gransking. 


Trý ymisk orð – ella bara eitt?

Slært tú sagnorðið 'ræsa' upp í føroyskari orðabók í dag, kemur tú fram á trý ymisk leitorð: 

1.    At lata ræstna (um mat)
2.    At reka seyð eftir rásum ella reka seyð harðliga aftur og fram
3.    At lata fiskisnøri renna niður á botn

Í orðabókini verða hesi viðgjørd sum trý ymisk orð, rópt homonym, ið av tilvild eru farin at ljóða og stavast eins, men sum hava hvør sín uppruna. Men eftir at hava granskað ljóðfrøði, bendingar og grannamál, kemur Bjarni Steintún til eina aðra niðurstøðu: Talan er í veruleikanum um eitt og sama orð við fleiri skyldum merkingum, eisini rópt polysemi. 


Suðuroyingar loystu gátuna

Fyri at finna upprunan til eitt gamalt orð er neyðugt at vita, hvussu tað varð úttalað í gomlum døgum. Og her spældu suðuroyingar ein avgerandi leiklut.

Í føroyskum er upprunaliga norrøna æ-ljóðið fallið saman við a norðanfjørðs (so vit siga ræsa við a-ljóði), meðan suðuroyingar hava varðveitt gamla e-ljóðið í úttaluni. Bjarni Steintún kannaði málið hjá heimildarmonnum í Suðuroy og fekk staðfest, at har suðuri siga fólk 'resa', uttan í Hvalba og Sandvík, har ávirkanin norðanífrá hevur verið størri, siga tey 'ræsa'.

Hetta prógvaði, at orðið hevur havt eitt upprunaligt æ-ljóð, og harvið kundu granskararnir útiloka, at orðið stavaði frá einum a-orði. 


Ikki "rátt", men "drenað"

Ein nærliggjandi tanki hjá mongum føroyingum – og útlendingum – er, at ræstur matur hevur okkurt við fornnorrønu orðini hrár, ráur, ella hræ, ræ/deyður kroppur, at gera. Útlendingar skíra ofta ræstan mat fyri "hálvrotnan", serliga vegna serstaka luktin. 

Men Bjarni Steintún vísir á, at ræsing hevur einki við rot at gera – tvørturímóti er tað ein viðgerðarháttur, ið varðveitir kjøtið. Og málsliga passar teoriin um 'ráur' og 'ræ' heldur ikki við, hvussu orðið bendist í føroyskum. 

Í staðin er orðið avleitt av navnorðinum 'rás', sum gongur heilt aftur til eina protoindoevropeiska rót, ið merkir at renna, streyma ella floyma. 

Hendan merkingin sæst aftur í øllum grannamálunum:

•    Á íslendskum merkir 'ræsa' at seta okkurt í gongd ella at drena eina mýri (ræsa fram mýri)
•    Á føroyskum hava vit navnorðið 'vatnræsi', sum er ein rás, har vatn rennur ígjøgnum
•    Á gomlum donskum og norskum varð orðið brúkt um at turka fisk í vindi ella royki – og í donskum kundi mann enntá siga, at nýklaktir høsnarungar ræsa, tá teir torna, eftir at teir eru komnir úr egginum. 

Samanhangurin er tí púra greiður, greiðir Bjarni Steintún frá: Tá vit heingja eitt tjógv ella ein fisk upp í hjallin, lata vit vætuna renna – ella síga – úr matinum. Vit "drena" kjøtið fyri vætu, so tað ikki rotnar. Íslendingar brúka júst sama myndamál, tá teir kalla ræstan fisk fyri siginn fiskur – altso fiskur, har vatnið er sigið úr. 


Meira enn túsund ára gamalt

Orðið 'ræsa' er í sær sjálvum elligamalt. Ljóðbroytingar í orðinum, sokallað i-umljóð, vísa, at tað er myndað í frumnorrønari tíð – altso áðrenn víkingaøldina, millum ár 200 og 700 e.Kr. 

Sjálvt orðið er tískil ikki serføroyskt, men er arvagóðs í øllum Norðurlondum. Hinvegin er júst tann serliga merkingin – at lata kjøt ella fisk hanga og turka uttan salt ella royk – í dag vorðin serføroysk. Henda serføroyska merkingin er møguliga yngri enn víkingatíðin, men Bjarni Steintún metir, at hon í øllum førum er millum 500 og 1.000 ára gomul. 


Niðurstøða

Niðurstøðan hjá granskaranum er greið: Føroysk orðabók eigur at verða rættað, so tey trý ræsa-orðini verða løgd saman í eitt. Tí um tú letur snørið renna niður á botn, rekur seyðin eftir rásunum, ella letur vætuna seta úr ræsta kjøtinum í hjallinum – so snýr tað seg í grundini um tað sama: At lata okkurt renna. 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Bjarna Steintún í útvarpssendingini Vitan, sum er í útvarpinum týsdagar klokkan 17.05. Har greiða Arni Petersen og Petra Petersen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eisini frá, hvat tað er, sum hendir lívfrøðisliga, tá ið kjøt ella fiskur ræstnar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867