- Tíðindi, mentan og ítróttur
Timburbygningurin á skipasmiðjuni brann í grund
Timburbygningurin á skipasmiðjuni brann í grund
Stelkur, sum stóð á sleipistøðini á Skála, fekk ongan skaða, og heldur ikki aðrir bygningar á skipasmiðjuni

Stór virði fóru fyri skeytið í eldinnum á MEST á Skála í gjárkvøldið.
Mynd: Mathias Dimon Næs
19.11.2026 - 11:43
Timburbygningurin á skipasmiðjuni MEST á Skála brann at kalla í grund í gjárkvøldið.
Tó fekk trolarin Stelkur, sum stóð á bedingini, ongan skaða, og heldur ikki aðrir bygningar.
Mouritz Mohr. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Stór virði eru tó farin fyri skeytið, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr.
Hann var á staðnum, til tamarhald var fingið á eldinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
19112026_Mest_og_eldur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























