- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar hjálpandi hendur til tímalønt
Ongar hjálpandi hendur til tímalønt
Jana Antonsdóttir Dam fær helvtina av vanligu lønini undir sjúku. Hon stendur spyrjandi, nú løgtingið í gjár feldi uppskot um at geva tímaløntum betri sømdir undir sjúku
Fotografur: Gestur Janusarson Lómstein
19.11.2026 - 19:23
Meirilutin í løgtinginum atkvøddi í gjár ímóti uppskoti, sum skuldi geva tímaløntum rætt til eina fulla minstuløn undir sjúku.
Jana Antonsdóttir Dam er alari, men er í løtuni sjúkrameldað.
Tímalønt fáa 80 prosent av eini minstuløn undir sjúku, men fyri hana merkir tað, at hon fær helvtina av vanligu lønini undir sjúku.
Munur verður framhaldandi gjørdur millum tímalønt, sum fáa eina minstuløn, og onnur, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelag.
Sí innslag í Degi og viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























