- Tíðindi, mentan og ítróttur
Akranes er á veg til Evropa
Akranes er á veg til Evropa
Umvælingin hevur tikið góðar fýra mánaðir. Systurskipið Skipanes liggur enn í Hongkong

Skipanes og Akranes. Akranes er á veg til Evropa, men Skipanes liggur framvegis í Hongkong.
23.11.2026 - 08:47
Farmaskipið Akranes er nú veg til Evropa.
Sambært heimasíðuni Vesselfinder fór Akranes úr Kina 28. oktober og kemur til Zeebrugge í Belgia 10. desember.
Tað skuldi koma til Evropa í summar.
Men á royndartúrinum fyrst í juni kom brek á ein aksil í motorinum.
Umvælingin tók góðar fýra mánaðir.
Skipanes liggur enn í Hongkong
Systurskipið hjá Akranesi, Skipanes, sum eisini er bygt í Kina, liggur enn í Hongkong.
Tað var á veg til Evropa, tá eldur kom í maskinrúmið 2. september.
Skaðin verður umvældur í Hongkong.
Tann umvælingin verður væntandi liðug nú síðst í november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























