Eftirløn til allar pensónistar

Eftirløn til allar pensónistar
Landsstýrið ætlar at minka munin á fíggjarligu umstøðunum hjá fólkapensjónistum við egnari eftirløn og hjá fólkapensjónistum, sum hava sum hava verið fyritíðarpensjónistar
 
25.11.2026 - 07:08

Landsstýrið ætlar at minka munin á fíggjarligu umstøðunum hjá fólkapensjónistum, sum við arbeiðinum  hava spart saman til egna eftirløn og hjá fólkapensjónistum, sum hava verið fyritíðarpensjónistar.

Uppskot um tað er í løgtinginum, og fyrsta viðgerð verður á tingfundinum í dag.

Við uppskotinum fara fólkapensjónistar, sum hava verið fyritíðarpensjónistur, at fáa eftirlønarviðbót  aftrat pensjónini. 

Okkurt um 150 fólk flyta frá fyritíðarpensjón til fólkapensjón um árið. 

Í 2027 fara 150 pensjónistar at fáa eftirlønarviðbót.

Tað fer at kosta landinum 600.000 kr. næsta ár og 1,6 milliónir í 2028.

Og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Fíu Selmu Nielsen um Orkuveiting og orkutrygd.

Tingfundurin í dag er kl. 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851