Einki illgrunasamt við eldinum umborð á Pison

Einki illgrunasamt við eldinum umborð á Pison
Kanningin vísur klárt, at eldurin er kyknaður í botnium í nøkrum turkiskápum, sum finnast miðskips á mittasta dekki
Pison hevur fingið nakað av eld og roykaskaða
Mynd: KvF/Bjarki Thomsen  
 
24.01.2014 - 10:56

Kanningarnar hjá serfrøðingunum frá donsku løgregluni eru nú lidnar. Niðurstøðan er, at einki illgrunasamt er fari fram.

Kanningin vísur greitt, at eldurin er kyknaður á botninum í nøkrum turkiskápum, sum eru miðskips á mittasta dekki. 

Hitarør festi í

Eitt 2,5 m langt hitarør undir turkiskápunum var tært so illani, at tað var komi í samband við trækonstruktiónina í turkiskápunum, og soleiðis kyknaði eldurin í turkiskápunum.

Pison hevur fingið nakað av eld og roykaskaða.

47 ára gamli maðurin doyði av roykeitran. Hundurin, ið tann 47 ára gamli maðurin átti og hevði við sær umborð, er nú eisini funnin deyður umborð á Pison.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037