Kærleiki í einum kassa

Kærleiki í einum kassa
City máltíð hjá City Church gevur meira enn mat
 
26.11.2026 - 09:56

Mikudagar eru nakað serligt hjá mongum fólkum í Havn. Tá savnast familjur, støk og eldri til eitt City Meal, sum er eitt afturvendandi tiltak hjá City Church. Vanliga verður ein heit máltíð borðreidd, men nú jólini nærkast, hava tey valt at gera nakað øðrvísi.

Í staðin fyri at bjóða fólki inn til borðs, eru tey í ferð við at pakka niður í kassar, sum fólk kunnu taka við sær heim. Hesir kassar eru fyltir við kærleika og mati til eina góða máltíð, soleiðis at familjur kunnu njóta hana heima í friði og náðum.

- Vit hava gjøgnum árini sæð, at tess nærri jólunum vit koma, tess meira upptikin eru fólk. Tí halda vit, at tað er gott at geva teimum møguleikan at taka matin við heim, sigur Tom Jacobsen, pastorur.

City máltið byrjaði fyri meira enn tíggju árum síðani, tá tað fylti nógv í samfelagskjakinum, at serliga einligar mammur høvdu trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Hugskotið var einfalt: at geva eina heita máltíð og eitt stað at kenna seg vælkomnan.

Men tiltakið hevur við tíðini fingið størri týdning enn bert maturin á tallerkinum.

- Tað liggur so djúpt í hjartanum at elska menniskju og gera nakað fyri tey, sigur Lív Jacobsen, sum kom við hugskotinum, og hevur verið virkin partur av átakinum síðan.

Í dag koma tíggjutals familjur regluliga til tiltakið, og nógv sjálvboðin hava gjøgnum árini hjálpt til við matgerð, borðreiðing og uppvask. Sambært Lív er felagsskapurin minst líka týdningarmikil sum maturin.

Hon minnist aftur á fyrstu ferðina, tá dyrnar vórðu latnar upp. Óvissan var stór, tí hvat nú um eingin tók av innbjóðingini? Eingin orsøk vísti seg tó at vera at óttast, tí húsið var fult áðrenn maturin var settur á borðið.

Hóast City Church hevur verið uttan egin høli síðani eldin í bygninginum í Tróndargøtu, heldur arbeiðið fram. Nú húsast samkoman í hølum hjá Frelsunarherinum.

Boðskapurin er tó tann sami sum altíð: At møta fólki har, sum tey eru, og vísa kærleika í verki. Tað er júst tað, sum City Meal snýr seg um.

a_11673-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867