Pauli í Sandagerði savnar kórverk í bók

Pauli í Sandagerði savnar kórverk í bók
Pauli gevur út savn av kórverkum til blandað kór, sum hann hevur gjørt gjøgnum 50 ár, og í næstum kemur bók við verkum til kvinnukór
 
26.11.2026 - 12:27

– Eg skrivi, tá ið okkurt fær meg til at skriva, og tað eru oftast onkrar kenslur ella onkur hending, sigur Pauli í Sandagerði.

Persónligar upplivingar, kærleiki og sorg hava verið íblástur til tónleikin hjá Paula í Sandagerði.

Í meira enn hálva øld hevur hann verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum.

Nú hevur hann savnað 34 verk fyri blandað kór í eina bók, har hann eisini greiðir frá søgunum handan tónleikin.

Í morgunsendingini greiddi Pauli í Sandagerði frá, hvussu stóran týdning Regin Dahl hevði fyri hann, og hvussu serliga tónalagið og stevið í føroyska málinum hava sett sín dám á tónleikin.

Tað gleðir hann, at fólk bæði í Føroyum og uttanlands kunnu brúka hansara tónleik í sambandi við hendingar í teirra egna lívi.

Næsta bókin hjá Paula í Sandagerði verður eitt savn av verkum fyri kvinnukór.

Hoyr samrøðuna við Paula í Sandagerði her.

a_11293-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágskirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111