- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ternan koppaði ósigraða Fleyr
Ternan koppaði ósigraða Fleyr
Ternan stóð fyri skelki í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum í gjár, tá tað eydnaðist at vinna á ósigraða oddaliðnum Fleyr í fimmsettara á Toftum

Mynd: Ternan
27.11.2026 - 08:58
Mansliðið hjá Ternuni tók øll á bóli í gjár, tá tað eydnaðist at vinna á ósigraða oddaliðnum Fleyr í fimmsettara á Toftum.
Heimaliðið hevði bert vunnið ein dyst, og Fleyr hevði fult stigatal eftir fýra teir fyrstu dystirnar, men tað sást ikki aftur í høllini í Tofta skúla, har Ternan vann tvey tey fyrstu settini 25-22 og 25-16.
Fleyr svaraði aftur og javnaði til 2-2 við 25-19 og 25-22 sigrum í øðrum og triðja setti, men Ternan helt høvdið kalt í javnbrótaranum, hóast fjáltur var á viðhaldsfólkunum í høllini. Heimaliðið var á odda alt settið, og vann 15-10.
Høllin á Toftum (MG Wenzel-deildin)
Ternan – Fleyr 3-2 (25-22, 25-16, 19-25, 22-25, 15-10)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















