Løgreglan í Føroyum umskipar leiðsluna

Løgreglan í Føroyum umskipar leiðsluna
Fýra leiðarar hava fingið boð um, at teir kunnu fara aftur í starv sum málviðgerar og serfrøðingar ella verða pensjóneraðir
Fríggjadagin í næstu viku verður kunngjørt, hvør verður nýggjur leiðari á kriminaldeildini
 
24.01.2014 - 16:21

Broytingar verða nú gjørdar í politileiðsluni fyri alt Kongaríkið, og tað merkist eisini í Føroyum og í Grønlandi.

Í Føroyum hava fýra leiðarar fingið boð um, at teir kunnu fara aftur í starv sum málviðgerar og serfrøðingar ella verða pensjóneraðir.

Tað upplýsir Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur.

Bergleif Brimvík gevst

Ein av hesum leiðarum er Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sum hevði seinasta arbeiðsdag í dag. Hann avspákar til hann, tann 31. mars, gevst at arbeiða innan løgregluna og verður pensjóneraður.

Næsta fríggjadag verður kunngjørt, hvør tekur við leiðsluni á Kriminaldeildini 1. apríl. Men til ta tíð røkja Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, og Hildur Hentze, varapolitiinspektørur, uppgávurnar hjá leiðaranum á Kriminaldeildini.

Løgreglufólk kunnu verða pensjónerað tá tey eru fylt 63 ár, men tey kunnu eisini halda fram í starvinum, um tey heldur vilja tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672