Superligafelag vil hava Lars Olsen

Superligafelag vil hava Lars Olsen
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, verður settur í samband við leysa venjarastarvið í Viborg

06.02.2014 - 13:53

Viborg skal hava nýggjan venjara, eftir at venjarin hjá teimum, Ove Christensen, gavst orsaka av heilsutrupulleikum.

Sambært bold.dk verða tveir venjarar settir í samband við starvið. Annar teirra er føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen.

Hitt evnið er landsliðsvenjarin hjá Tansania, Kim Poulsen.

Lars Olsen hevur síðani 2011 verið venjari hjá føroyska A-landsliðnum. Hann hevur sjey ára royndir sum venjari í superliguni, har hann fyrst vandi Randers og seinni OB.

Lars Olsen hevur sáttmála við FSF til og við árslok 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358