Kyndil steypavinnari

Kyndil steypavinnari
Gott verjuspæl og flott avrik frá málverjanum tryggjaði Kyndil fyrsta steypasigurin í 14 ár
Kvinnuliðið hjá Kyndli vann í dag sín fyrsta steypasigur í 14 ár
Mynd: Solby Christiansdóttir/KvF  
 
08.02.2014 - 15:10

Steypið er farið frá øðrum grannanum til hin. Kyndil vann 19-14 á Neistanum í steypafinaluni hjá kvinnum. Hálvleiksstøðan var 10-6 til Kyndil.

Tað er sjálvdan, sera sjálvdan, at Neistin fer av vøllinum við bara fjúrtan málum, men tað kom ikki av ongum. Kyndilsverjan var uppsett og kontant frá fyrsta bríksli, og einki bleiv givið.

Tá tað so eydnaðist Neistanum at koma til skotmøguleikar, var Kristina Kriksaite í málinum klár. Hon hevði eitt bjargingarprosent upp á 56 prosent, og var uttan iva dagsins leikari.

Ungdómsarbeiðið hevur lagt lunnar

At Kyndil vinnur fyrsta steypið í kvinnuhondbólti í 14 ár kemur heldur ikki av ongum. Liðið er framvegis ungt, men fleiri av teimum ungu, sum hava vunnið nógv í ungdómsárinum, eru blivnar vaksnar.

SÍ EISINI Kyndilsmenn vunnu eisini

Liðið hevur nakrar rutineraðar leikarar, men tær flestu eru føddar 1993-1995, og tí er hetta úrslit av góðum ungdómsarbeiði í Kyndli.

Hetta er samstundis fyrsti steypasigurin hjá Kyndli síðan ár 2000, tá tær vunnu á VB

Toppskjúttar

Kyndil:

Simona Petersen 6

Anna Brimnes 3

Jórun Ludvig 3

Neistin:

Bára Hansen 6

Jacklin Durhuus 3

Rakul Augustinussen 2

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852