Kvinnulandsliðið úttikið

Kvinnulandsliðið úttikið
Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til HM-undankappingardystirnar móti Bosnia og Norðurírlandi
Føroyar spæla móti Bosnia og Norðurírlandi í apríl
 
11.02.2014 - 12:54

Fyrst í apríl mánaða skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá føroyska liðið á heimavølli skal royna seg ímóti Bosnia og Norðurírlandi.

Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 22 leikarum, ið skulu fyrireika seg til næstu HM-undankappingardystirnar.

- Vit fyrireika okkum so væl sum tilber, við minst einari venjing um vikuna, venjingardystum og eini venjingarlegu, sum verður um mánaðarskifti februar-mars, sigur Jón Pauli Olsen við fsf.fo

Hópurin:

Randi Wardum, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Monika Biskopstø, Eyðvør Klakstein, Laila Pætursdóttir og Annika Petersen, KÍ.

Sigrun K. Kristiansen, Ansy Sevdal, Íðunn Magnussen og Fríðrún Danielsen, EB/Streymur / Skála.

Lea Reginsdóttir, AB.

Lív F. Arge, Milja R. Simonsen, Elin Maria Isaksen, Nina Davidsen, Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum Petersen, HB.

Ásla Johannesen, B36.

Sigrid Petersen, ÍF.

Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK).

HM-undankappingardystirnir ímóti Bosnia og Norðurírlandi verða ávikavist 5. og 9. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086