200.000 kr. til børn við krabbameini

200.000 kr. til børn við krabbameini
200.000 krónur komu inn, tá Team Rynkeby Føroyar skipaði fyri galladøgurða á Hotel Føroyum til frama fyri børnum við krabbameini
Mynd: Team Rynkeby Føroyar  
 
17.02.2014 - 14:59

200 gestir høvdu goldið 1000 krónur hvør, fyri at luttaka á galladøgurðanum, ið Team Rynkeby Føroyar skipaði fyri.

Á skránni var ein tríggjar rættir matskrá, umframt at fleiri av fremstu undirhaldarum í landinum framførdu ókeypis, eitt nú Pipar & Salt, Hallur, Kristina og Evi og Lív Næs.

- Vælviljin, vit hava møtt í Føroyum, kann ikki lýsast í orðum, sigur Alfred Hummeland frá Team Rynkeby.

Góða undirtøkan ger, at ætlanin er at gera Team Rykeby galladøgurðan í Føroyum til eitt afturvendandi tiltak.

Les greinina og síggj myndir frá tiltakinum á heimasíðuni hjá Team Rynkeby Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303