Ring útlit fyri fiskivinnunýskipan

bannari
20.02.2014 - 15:08
InnlendisPolitikkur
Ring útlit fyri fiskivinnunýskipan
Stóru samgonguflokkarnir eru ikki samdir um eina nýskipan

Líkindini fyri at nógv umrødda fiskivinnunýskipanin verður veruleiki í hesum valskeiðnum tykjast vera ring.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur seg vóna, at eitt uppskot um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap kann koma á ólavsøku, men stóru samgonguflokkarnir eru ikki samdir um eina nýskipan. Tað kom fram á kjakfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið um fiskivinnunýskipan.

Jacob Vestergaard sigur, at hann veit ikki heilt, nær eitt uppskot kemur.

Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá sambandsflokkinum, trýr framvegis upp á eina semju í samgonguni. Hann viðgongur, at í løtuni er andstøðan ikki við í arbeiðinum at gera eina nýskipan.

Og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur seg framvegis trúgva upp á eina semju millum samgonguflokkarnar, men tað verður trupult, sigur hann.

Kjakfundurin um fiskivinnunýskipan var í Klaksvík í gjárkvøldið í sambandi við Torradagarnar.

Her kanst tú hoyra allan kjakfundin: Kjakfundur um fiskivinnunýskipan

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482