Skjótt val til Tórshavnar Ungdómsráð

Skjótt val til Tórshavnar Ungdómsráð
Í døgunum 24. - 28. mars val til Tórshavnar Ungdómsráð. Valið fer fram gjøgnum internetið.
24.02.2014 - 15:00

Um ein mánaða verður val til Tórshavnar Ungdómsráð. Hetta er fyrstu ferð eitt ungdómsráð sær dagsins ljós í Tórshavnar Kommunu, og sjálvt valið fer fram gjøgnum internetið.

 

Ungdómsráðið verður røddin hjá ungdóminum í Tórshavnar Kommunu. Tór Marni segði í summar 2013 við torshavn.fo, at ungdómurin hevur verið alt ov illa umboðaður í kommunalum høpi. Tí var tað neyðugt við einum demokratiskum forum fyri tey ungu, sum kunnu gera sína ávirkan galdandi.

 

Tað verða m.a. evni sum lestrarumstøður, kollegium og frítíðarvirksemi, ið ráðið kemur at arbeiða við. Trivnaðurin hjá teimum ungu verður settur á dagsskránna, og evnir, sum eru teimum ungu viðkomandi verða tikin upp.

 

Øll ung millum 14 og 22 ár hava møguleika at atkvøða og eisini stilla upp. Tað verður eitt valskeið uppá tvey ár, har 5 limir og 5 varðalimir verða valdir inn.

 

Tað eru Helena Dam á Neystabø og Tór Marni Weyhe, ið eru høvuðspersónarnir aftan fyri ráðið. Tór Marni vendi sær til kommununa fyri lítlum ári síðani, og seinni varð uppskot lagt fram, sum varð samtykt.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.