- Eg havi altíð vitað, at eg ikki skal búgva í Føroyum

- Eg havi altíð vitað, at eg ikki skal búgva í Føroyum
Tað er kalt og myrkt, og fólk tosa um teg í krókunum. Hetta sigur ein ung kvinna, tá hon skal greiða frá, hví hon flutti úr Føroyum, og hví hon ongar ætlanir hevur um at venda heimaftur.
27.02.2014 - 16:30

Í farnu viku kundi tú lesa um 26 ára gomlu Christu, sum elskar at búgva í Føroyum og sigur, at Føroyar eru júst tað, tú gert tær til. Men tað er eingin loyna, at fleiri ung, og serliga ungar kvinnur, hava valt Føroyar frá. Ein teirra er 22 ára gamla Mai H. Olsen, sum fyri tveimum árum síðani flutti uttanlands, og sum ikki ætlar sær at venda heimaftur.

- Eg elski Føroyar. Her havi eg mína familju, míni vinfólk, eina flotta náttúru og verðins besta drekkivatn. Men tá tað er sagt, er Føroyar ikki eitt stað, eg vil liva restina av mínum lívi. Her er myrkt og kalt, og fólk tosa um hvønn annan alla tíðina, sigur hon.  


Fyri tveimum árum síðani valdi Mai at skifta kuldan og myrkrið út við hita og sólskin. Fyrst búði hon í Madrid í Spania, og seinasta árið hevur hon búð í Rio de Janeiro í Brasil. Mai hitti sjeikinum hjá sær á eini námsferð í Madrid, og fáar mánaðar eftir gjørdu tey av at flyta saman í spanska høvuðsstaðnum. Hóast avgerðin kann tykjast djørv og spontan, hevur tað allíkavæl altíð ligið í kortunum, at Mai skuldi flyta uttanlands.


- Mamma mín plagar at fortelja, hvussu eg sum lítil altíð tosaði um, at eg vildi til Danmarkar at búgva. So eg havi í veruleikanum altíð vitað, at eg ikki skal búgva í Føroyum. Og tað fer also ongantíð broytast, greiður Mai frá.

 

Politikkarar kunnu ikki broyta útlongsulin


Í miðlunum hevur seinastu árini verið tosað nógv um, hvat vit kunnu gera fyri at fáa ung at verða verandi her heima. Ein arbeiðsbólkur, hópin av politikkarum, serfrøðingar og føroyski almenningurin hevur givið sítt boð. Betri útbúgvingarmøguleikar, betri bústaðarmøguleikar, bíligari matvørur og fleiri spennandi tiltøk. Hetta er loysnin, um tú spyrt fleirtalið. Men hvat sigur ein av teimum, sum faktiskt er flutt?

 

- Tað er ringt at siga, tí í mínum føri er tað ein geografiskur og persónligur spurningur, og tað er ein ótrúliga stór avbjóðing, tí tað kann eingin politikkari og einki átak broyta. Eg kann bara siga, at so leingi Føroyar ikki liggja eina aðra staðni á heimskortinum, flyti eg ikki heimaftur, svarar Mai. 

 

Í Føroyum mangla vit 2000 konufólk sum Mai, og serfrøðingar og politikkarar hava kallað hetta fyri størstu avbjóðingina nakrantíð hjá Føroya landi. Sambært Herman Oskarsson, so kann hendan gongdin føra við sær, at Føroyar av álvara gerast avfólkaðar. Og hvat gera vit, um tað eru fleiri sum Mai, sum kenna, at Føroyar ikki er tað rætta fyri tey?


- Eg trúgvi allíkavæl, at mann kann broyta nógv við at hava størri virðing fyri ungdóminum. Skipa fyri fleiri tiltøkum og skapa eitt umhvørvi, har ung kunnu fáa íblástur. Tí Føroyar eru jú eitt fantastiskt stað hóast alt, og tey, sum klára at liva við myrkrinum og kuldanum, eru sterk menniskju, sum eg havi stóra virðing fyri. Mai leggur afturat, at tað kanska er meiningin, at hon skal búgva í útlandinum, tí tað er meðan hon er burtur, at hon virðismetir sítt heimland. 

- Soleiðis er tað, tá mann er uttanlands. Mann minnist bara tað góða. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.