Keypa framvegis partabrøv í Atlantsflogi

Keypa framvegis partabrøv í Atlantsflogi
232 partabrøv vórðu seld í keypsskálanum í Keypmannahavn í gjár, tey flestu fyri kursin 202
 
28.02.2014 - 07:56

Ikki øll, sum eiga partabrøv í Atlantic Airways, hava tol at bíða eftir tjóðartøkuni. Ella hava tey ikki álit á henni. Tí hóast P/f Atlantsflog hevur boðað frá, at felagið fer at keypa øll partabrøvini í felagnum, sum landið ikki eigur, fyri kursin 210, verða partabrøv framvegis seld fyri lægri kurs enn tað.

í gjár vórðu 232 partabrøv í Atlantsflogi seld í keypsskálanum í Keypmannahavn, nógv tey flestu fyri kursin 202. 17 partabrøv vórðu seld fyri kursin 208.  Løgtingið samtykti 12.februar, at Atlantsflog skal keypa aftur triðingin av felagnum, sum varð einskildur í 2007.

Fyrireika afturkeyp

Fyrireikingarnar eru nú í gongd, og tær kunnu taka ein til tveir mánaðir afturat. Nevndin í Atlantsflogi ger eitt ítøkiligt uppskot um afturkeypsætlan og afturkeypstilboð, sum verður lagt fyri partaeigararnar til góðkenningar sambært galdandi reglum. Uppskotið verður lagt fyri aðalfundin hjá felagnum, har heimild verður givin nevndini at keypa aftur privata partapeningin.  Fortreytin fyri at keypa privatu partabrøvini er, at landsstýrið eftir keypið hevur í minsta lagi 90% av atkvøðurættinum í felagnum. 

Landsstýrið kann síðani tvinga partaeigarar, sum ikki góðkenna tilboðið um at selja síni partabrøv, til at selja tey.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519