Flemish Cap: Triðingurin av kvotuni fiskaður

Flemish Cap: Triðingurin av kvotuni fiskaður
Brestir hevur fiskað mest, 442 tons
Brestir hevur fiskað mest á Flemish Cap
 
28.02.2014 - 08:06

Umleið ein triðingur av toskakvotuni á Flemish Cap er fiskaður.

Norðlýsið skrivar, at til 26. februar vórðu fiskað 1249 tons. Trolarin Brestir hevur fiskað nógv mest, 442 tons, síðani skipið fór úr Føroyum um hálvan januar. Jóanis Nielsen skrivar á sínari heimasíðu, at Brestir er í St. Pierre og landar.

Váðasteinur var fyrsta línuskipið, sum fór yvir, og hann hevur landað einaferð í Føroyum, og er á veg yvir aftur. Kambur hevur fiskað 117 tons, Klakkur 62, Phoenix 109, Sjagaklettur 197, og Vesturleiki 185 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457