Vilja hava javnstøðu í almennum partafeløgum

Vilja hava javnstøðu í almennum partafeløgum
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava lagt lógaruppskot fyri tingið
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin undrast á, at í P/f Atlantsflogi er einasta kvinnan í nevndini útlendsk og býr uttanlands
 
28.02.2014 - 08:37

Yvirlitið hjá løgmanni við almennum nevndum og ráðum hevur nú elvt til eitt uppskot um lógarbroyting. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vilja hava javnstøðulógina broytta, so hon eisini umfatar almenn partafeløg. 

Tá fólk verða vald í nevndina í almennum partafelag skulu eisini, sum javnstøðulógin sigur, "umleið eins nógvir limir av báðum kynum vera  umboðaðir."     

25 menn og 11 kvinnur

Stóru andstøðuflokkarnir vísa á, at í teimum seks partafeløgunum, sum landið eigur, eru 36 nevndarlimir, 25 menn og 11 kvinnur. Tá eru fólkini, sum starvsfólkini velja í nevndina, tald við.  Í øllum seks nevndum eru menn í meiriluta, og bara ein forkvinna er. 

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin undrast eisini á, at í P/f Atlantsflogi er einasta kvinnan í nevndini útlendsk og býr uttanlands.  Í teimum førum, tá landsstýrið ikki eigur allar nevndarlimirnar, skal landsstýrið velja síni fólk soleiðis at á leið líka nógvar  kvinnur sum menn eru í nevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290