Ferðavinnan ger seg út til sólarmyrking

bannari
Ferðavinnan ger seg út til sólarmyrking
Um eitt ár verður sólarmyrking, og ferðavinnan er nú farin at fyrireika seg til, at sera mong ferðafólk fara at koma til Føroyar.
Føroyska ferðavinnan er farin at fyrireika seg til sólarmyrking.
 
10.03.2014 - 14:05

Í Føroyum fer sólarmyrkingin at síggjast sera væl. Øll ferðavinnan er í tí sambandi boðin til felags tiltak seinni í hesum mánaðinum, har sólamyrkingin verður sett á breddan.

Millum fyrilestrahaldararnar verður avstralska Kate Russo, sum sjálv hevur ferðast í morgum londum fyri at uppliva sólarmyrkingar. Hon fer m.a. at tosa um tær avbjóðingar, ið standast av eini sólarmyrking sæð úr einum ferðavinnuligum sjónarhorni.

Ferðavinnufelagið sigur, at "Sólarmyrking og ferðavinna", sum tiltakið kallast, hevur til endamáls at samansjóða vinnuna og at geva henni høvi til at savna seg um sólarmyrkingina og viðgera møguleikar og avbjóðingar, ið standast av eini tílíkari serstakari hending um okkara leiðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129