Her eru tølini fyri fátækramark í Føroyum

Her eru tølini fyri fátækramark í Føroyum
Støk eiga í minsta lagi at hava 9.796 krónur at liva fyri um mánaðin, pør við tveimum børnum 20.677 kr. Annika Olsen fekk í morgun handað nýtt álit
Stakir uppihaldarar í Føroyum eru ringast fyri fíggjarliga, er ein av niðurstøðunum í nýggjum áliti, ið varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum fríggjamorgunin

14.03.2014 - 12:14

Arbeiðsbólkurin, ið varð mannaður við starvsfólkum í Almannamálaráðnum, Hagstovuni, Fróðskaparsetrinum og Almannaverkinum, handaði í morgun landsstýriskvinnuni nýtt álit.

Sí øll tølini niðanfyri, og tak niður frágreiðingina

Ert tú støk - ella stakur - eigur tú at hava í minsta lagi 9.796 krónur at liva fyri hvønn mánað. Hevur tú fýra børn, skalt tú helst hava í minsta lagi 26.585 krónur eftir hvønn mánað.

Løgtingið setti í 2011 ein arbeiðsbólk at útgreina, hvat húsarhald í Føroyum eiga at hava av peningi at liva fyri hvønn mánað fyri at kunna hava sámilig livikor.

Yvirlit: Fátækramark í Føroyum 2014

Um mánaðin

Um árið

Støk

9.796

117.548

Par uttan barn

14.770

177.235

Støk við einum barni

12.800

153.604

Støk við tveimum børnum

15.754

189.051

Par við tveimum børnum

20.677

248.129

Par við fýra børnum

26.585

319.023

Stakir uppihaldarar ringast fyri

Tað eru serliga stakir uppihaldarar, ið fylla nógv í bólkinum av føroyingum, sum eru í fátækravanda, er ein av niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum.

Tak niður: Álit um eitt føroyskt fátækramark (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Sambært frágreiðingini liva 1555 føroyingar undir fátækramarkinum. Í talinum eru 630 fólkapensjónistar, sum ikki rættiliga telja við kortini, sigur arbeiðsbólkurin.

Markið fyri, at fólk liva undir fátækramarkinum, er, at lønarinntøka teirra er minni enn 60% av miðalinntøkuni hjá øllum løntum føroyingum, sambært tølum hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871