Gerðarrættarmál um handilsforðingar byrjað

Gerðarrættarmál um handilsforðingar byrjað
Gerðarrættarmálið hjá Danmark og Føroyum móti ES um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum byrjaði leygardagin, tá fyrsti fundur var i Haag
Gerðarættarmálið hjá Danmark og Føroyum móti ES um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum byrjaðu leygardagin
 
18.03.2014 - 08:14

Á fyrsta gerðarættarfundinum í Haag leygardagin, varð løgd ein tíðarætlan í málinum um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum.

Sambært tíðarætlanini skulu Danmark og Føroyar hálvan juli koma við grundgevingunum fyri, at ES, sambært Danmark og Føroyum, hevur brotið sína samráðingarskyldu í trætuni um norðhavssildina.

ES heldur uppá í fyrsta umfari, at gerðarrætturin onga heimild hevur at gera úrskurð í hesum máli. ES fær so tríggjar mánaðir, til hálvan oktober, at koma við sínum grundgevingum fyri, hví ES heldur, at gerðarrætturin onga heimild hevur at gera úrskurð í málinum.

11. november hevur gerðarrætturin so aftur fund at taka støðu til uppáhaldið hjá ES. Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum komu í gildi 28. august í fjør.

Hoyringar hjá gerðarættinum kunnu byrja í summar

Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum komu, tí Føroyar ikki vilja gera, sum ES sigur, í samráðingunum um norðhavssildina. Handilsforðingarnar eru tó galdandi fyri bæði sild og makrel.

Tá, 28. august, hevði landsstýrið longu biðið um gerðarrætt eftir havrættarsáttmálanum hjá ST. Og tann gerðarrætturin fór til verka leygardagin.

Seinni hevur Danmark, Føroya vegna, eisini biðið um gerðarrætt í WTO, heimshandilsfelagsskapinum. Hoyringarnar í gerðarrættinum hjá WTO kunnu byrja í summar, í juli ella august.

Úrskurður kann koma tíðliga næsta ár

Tað segði Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðari hjá føroysku/donsku sendinevndini, sum umboðaði ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES, við Útvarpið, tá avgjørt varð at seta gerðarrættin. Tað var 26. februar.

Hesin gerðarrætturin skal gera av, um handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eru í stríð við WTO-sáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786